Tann 1. apríl í ár kom broyting í føroysku útlendingakunngerðini í gildi.
Sambært kunngerðini kunnu útlendskir skipasmiðir, sveisarar og maskinsmiðir, sum eru starvssettir í útlendskum fyritøkum, sum hava gjørt sáttmála við føroyskar skipasmiðir um umvælingar/viðvíkahald av skipum, koma til landið og arbeiða upp til tríggjar mánaðir, uttan at hava arbeiðsloyvi.
Broytingin er gjørd eftir ynski frá vinnuni, og er gjørd í samráði við viðkomandi partar á arbeiðsmarknaðinum.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum viðmerkir í hesum sambandi, at endamálið við broytingini er at fáa arbeiði gjørt á føroyskum skipasmiðjum, sum ikki áður hevur borið til at gera í Føroyum, orsakað av at vit ikki hava skikkaða arbeiðsmegi til slík arbeiði. Hetta fer at kasta annað virksemi av sær til fyrimuns fyri aðra føroyska vinnu og føroyska samfelagið.