11.01.2011 · Umhvørvismálaráðið

Brótið tøgnina, sum valdar um harðskap í parlagnum

Hetta sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, sum hevur sett arbeiði í gongd at gera eina heildarætlan, við tí endamáli at fyribyrgja og stegða harðskapi í parlagnum.

Hetta sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, sum hevur sett arbeiði í gongd at gera eina heildarætlan, við tí endamáli at fyribyrgja og stegða harðskapi í parlagnum. Semja er millum allar politiskar flokkar at orða og seta í verka eina heildarætlan og hesum vísti teir í verki á altjóða degnum ímóti harðskap móti kvinnum, sum var 25. november. Tá skrivaðu flokkarnir undir uppá, at teir ynskja, at ein heildarætlan skal gerast.
 
Við í arbeiðinum eru politisk umboð fyri allar flokkar á tingi og landsstýrisfólkini  Johan Dahl, Annika Olsen, Rósa Samuelsen og  Aksel Johannesen, umframt embætisfólk frá avvarðandi ráð (Vinnumálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið og Innlendismálaráðið).

Harðskapur í parlagnum er ein trupulleiki, sum fer fram í Føroyum eins og aðrastaðni og við tílíkum harðskapi  kemur til sjóndar ein vantandi virðing fyri makanum og fyri børnunum. Harumframt er tað ein manifestatión av vantandi javnstøðu millum menn og kvinnur. Kortini er harðskapur í parlagnum serliga avbjóðandi at basa, av tí at tílíkur harðskapur aloftast fer fram í loyndum – innanfyri teir fýra veggirnar í heiminum. 

At harðskapur aloftast kemur fyri á privata økinum - í heiminum - merkir, at flest onnur eru óvitandi tá harðskapur fer fram og harumframt er talan um eitt tabuevni, har fólk aftra seg at leggja seg út í hesi viðurskifti. Tað er tí serliga avbjóðandi hjá viðkomandi myndugleikum at basa trupulleikanum, tí bæði offur og samfelag eru kvirr. At samfelagið situr upp afturá og tigandi eygleiðir, tá makar og børn verða fyri brotum á síni mannarættindi, má stegðast. Tøgnin skal brótast.

Johan Dahl: “ Í løtuni er eingin samlað ætlan, sum knýtur teir nógvu myndugleikarnar saman, sum koma í samband við vaksin og børn, sum eru fyri harðskapi í parlagnum. Tí meti eg, at heildarætlanin skal fevna um tiltøk fyri offrum, viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap og tiltøk rættað ímóti myndugleikunum so hesi eru brynjað til at handfara tílík mál.”