03.04.2017 · Umhvørvismálaráðið

Brexit og Føroyar

Brexit og Føroyar

Vit minnast øll hvøkkin, tá úrslitið á fólkaatkvøðuni um bretskan ES-limaskap varð greitt tíðliga jóansøkumorgun í fjør. Heimurin stóð í andaleypi. Pundið var í fríum falli. Og forsætisráðharrin í einum av heimsins best skipaðu fólkaræðum, sum bara eitt ár frammanundan hevði vunnið ein knúsandi sigur, legði frá sær uttan avloysara.

Sjálvur fór eg mín fasta gongutúr í Havnini henda summarmorgun. Men tankarnir vóru – eins og hjá teimum flestu – ikki har teir plaga. Hvørjar verða avleiðingarnar fyri Evropa? Hvørjar verða avleiðingarnar fyri føroyska samfelagið? Hvussu verða kvoturnar býttar, nú vit fáa eitt strandarland afturat? Hvussu tryggja vit, at føroyskar fyritøkur sleppa undan handilsforðingum, tá tær selja til Bretlands? Hvat við mongu føroyingunum, sum lesa ella ætla sær at lesa í Bretlandi? Fara skotar at góðtaka úrslitið? Og norðurírar? Fer Bretland at átaka sær ein størri trygdarpolitiskan leiklut í Norðuratlantshavi? Hvussu fer tað at ávirka okkum?

Stórpolitisk rembing

Hetta var ikki longur tankaspæl. Hetta vóru ítøkiligir spurningar, ið krevja svar. Komin aftur í Tinganes, avráddi eg saman við løgmanni og hinum landsstýrisfólkunum at seta ein Brexitbólk.

Saman við sendistovunum í London og Brússel greinar Brexit-bólkurin avleiðingarnar, og arbeiðir fyri føroyskum áhugamálum, nú Bretland fer úr ES.

Tí Brexit er millum heilt stóru heimspolitisku hendingarnar í okkara tíð. Valdsjavnvágin millum londini í Norðuratlantshavi fer at broytast.

Enn vita vit ikki hvussu. Men vit vita, at flest øll heimsins lond liggja framvið í London at tryggja haldgóðar sáttmálar um útflutning og handil, útbúgving, gransking o.s.fr.. Viðurskifti, sum ES frammanundan hevur umsitið.

Landsstýrið til verka

Føroyar standa valla ovast á innanhýsis innbjóðingarlistanum hjá bretsku stjórnini. Tí er umráðandi, at vit troyta allar møguleikar, og ávirka á røttum stað, so Føroyar fáa so gagnlig viðurskifti, sum gjørligt við Bretland.

Stutt eftir, at úrslitið av fólkaatkvøðuni varð greitt, sendi landsstýrið skriv til bretska handilsmálaráðharran og fiskimálaráðharran. Vit vístu á tætta sambandið millum londini, og tørvin á at skipa eitt framtíðar samstarv.

Føroysk embætisfólk hava verið á fundi við ovastu samráðingarfólkini hjá ES. Vit hava hitt bretskar myndugleikar, og umboð fyri Brexit-bólkarnar í grannalondunum. Í næstum verður fyrsti fundur á stjórnarstigi.

Ein bretsk tingnevnd kemur til Føroyar í vár; eitt gott høvi at skifta orð um hesi viðurskifti. Eisini hava skotskir myndugleikar víst áhuga, serliga fyri formligu viðurskiftunum millum Føroyar og ES.

Vit fylgja væl við, hvussu okkara grannalond skipa seg, og hvørjar tankar tey gera sær um Brexit. Tí havi eg avrátt við starvsbrøður mínar í Íslandi og Grønlandi at fara undir eitt skipað samstarv.

Sterk bond við Bretland og ES

Føroyar og Bretland hava sterk søgulig bond. Kortini hevur formliga samstarvið verið rættiliga avmarkað í eitt longri áramál. Ein orsøk er, at Bretland hevur latið ES sínar heimildir at umsita fiskivinnu og handil, sum eru høvuðssúlurnar undir føroyska búskapinum. Nú bretar aftur fáa ræði á hesum, og øðrum, heimildum, mugu vit skipa nýggj formlig samstørv við Bretland.

Og verandi sáttmálar við ES skulu helst eisini endurskoðast.

Tí Brexit snýr seg ikki bara um viðurskiftini við Bretland. Brexit snýr seg sanniliga eisini um at tryggja framtíðar viðurskiftini hjá Føroyum við ES. Vit halda tí fram við ætlanunum hjá landsstýrinum at nútímansgera og styrkja samstarvið við ES.

EFTA møguleikin

Landsstýrið kannar møguleikan fyri limaskapi í handilsfelagsskapinum EFTA. Vit hava tí lagt okkum í geyma, at møguleikin fyri, at Bretland gerst limur í EFTA er til staðar. Brexit kann tí kveikja nýtt lív og enn størri týdning í felagsskapin, sum vit ágrýtin royna at vinna okkum limaskap í.

Samhandilin við Bretland

Í nógv ár var Bretland tættasti handilsfelagin hjá Føroyum. Fyri fáum árum síðani vóru Føroyar triðstørsti fiskavøruútflytarin til bretska marknaðin. Seinastu 10 árini er útflutningurin til Bretlands tó minkaður, tí toskastovnurin er so illa fyri. Bretski marknaðurin er kortini framvegis millum størstu útflutningsmarknaðirnar hjá Føroyum.

Tá Bretland fer úr ES, verður handilssáttmálin millum Føroyar og ES ikki longur grundarlagið undir handilsviðurskiftunum við Bretland. Sama er galdandi fyri heilsufrøðiliga sáttmálan við ES um framleiðslu av fiskavørum.

Hóast vit ikki vita, hvussu Bretland fer at skipa síni handilsviðurskifti við umheimin, er umráðandi at fáa formligu viðurskiftini í eina fasta legu. Hetta er millum høvuðsmálini í Brexit-fyrireikingunum, sum vit løgdu lunnar undir jóansøkumorgun í fjør, og sum vit hava arbeitt við síðani.

Samstarv um fiskiveiðu

Føroyar eru týðandi leikari í samráðingum um tilfeingið í Norðuratlantshavi. Í teimum samráðingunum eru nógv færri viðkomandi samstarvspartar samanborið við millumtjóða handilssamstarv.

Longu nú vísa bretar øktan áhuga fyri føroyskari fiskivinnuumsiting. Umboð fyri bretska fiskimálaráðið koma eftir ætlan til Føroya í vár at kunna seg um, hvussu vit hava skipað okkum á fiskiveiðiøkinum.

At Bretland fer at umsita egna fiskivinnu, fer at ávirka føroysk áhugamál á fleiri økjum. Okkara fiskiveiðiavtala við ES snýr seg um sínámillum kvotabýti og atgongd at fiska í sjóøkinum hjá hvørjum øðrum. Føroysk skip veiða í stóran mun í bretskum og írskum øki, tá tey royna í ES sjógvi.

Eftir Brexit fer fiskiveiðiavtalan við ES ikki longur at fevna um bretskt sjóøki. Tí er eitt annað høvuðsmál í Brexit fyrireikingunum at gera avtalu við Bretland og ES um fiskiveiðu.

Eitt nýtt strandarland

Harafturat fer Bretland at vera ein týðandi partur í strandarlandasamráðingunum, serliga í samráðingunum um býtið av makrelinum og svartkjaftinum. Brexit fer at broyta dynamikkin í samráðingunum munandi, tí ein stórur leikari afturat kemur til samráðingarborðið – og tað mugu vit verða fyrireikað til.

Útbúgving

Nógvir føroyingar lesa í Bretlandi. Tá Bretland fer úr ES verður tørvur á avtalum, sum tryggja føroyskum lesandi góða atgongd til bretskt universitet. Í dag hava føroysk lesandi eftir avtalum millum Føroyar og ávikavist Ongland og Skotland atgongd til teirra universitet sum ES borgarar.

Avtalurnar eru knýttar at rættindum hjá ES-borgarum. Tí verða treytirnar fyri føroysk lesandi í fyrstu atløgu helst ávirkaðar av avtaluni millum ES og Bretland um útliman.

Gransking

Føroyar hava atlimaskap í granskingarsamstarvinum hjá ES. Bretskir granskarar og granskingarstovnar eru millum mest týðandi samstarvspartarnar hjá føroyskum granskarum, sum hava fingið stuðul úr granskingarsamstarvinum. Eins og innan øll onnur øki er óvist, hvussu framtíðin hjá Bretlandi fer at vera í granskingarsamstarvinum. Tí fylgja vit eisini væl við gongdini á hesum øki.

Føroyar til reiðar

Mikudagin setti bretska stjórnin, sum kunnugt, grein 50 í Lissabonsáttmálanum í verk.

Brexit er harvið ikki longur bara eitt hugtak, men ein ætlan. Torgreiða, drúgva leiðin hjá Bretlandi úr ES eftir 45 ár sum limaland er byrjað. Fyri framman eru fløktar samráðingar millum London og Brússel, og London og restina av heiminum.

Landsstýrið brynjar seg til nýggja veruleikan. Okkara lutur skal ikki liggja eftir at tryggja føroysk áhugamál í kjalarvørrinum av Brexit. Tí bæði Bretland og ES fara framhaldandi at verða millum okkara mest týðandi samstarvsfelagar.

Tað eri eg sannførdur um, nú óvissar, men sanniliga eisini spennandi tíðir eru fyri framman.

Tíðargrein eftir Poul Michelsen, landsstýrismann, prentað í Sosialinum 31. mars 2017.

Samhandilin við Bretland

Størsti parturin av útflutninginum til Bretlands er toskur og aldur laksur.

  • Í 2016 stóð toskur fyri einum triðingi av útflutningsvirðinum og aldur laksur fyri næstan 40%.
  • Hini størru fiskasløgini eru hýsa (9%), svartkalvi (3%) og upsi (2%).
  • Góð 3% av samlaða innflutningsvirðinum er úr Bretlandi. Talan er serliga um mat, drykkjuvørur, tubbak og bilar, umframt kemisk evni og bindingar til framleiðslu.