”Born Global er eitt óvanliga vakurt orð. Hevði eg bara verið 30 ár yngri og havt teir møguleikar, sum eru í dag, hvat hevði tað ikki kunnað verið til”. Soleiðis tók Poul Michelsen, landsstýrismaður til, tá ið hann setti tiltakið um Born Global í Sjóvinnuhúsinum í dag. Tiltakið varð fyriskipað av Vinnuframa, Hugskotinum, Íverksetarahúsinum og Framtak saman við Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Landsstýrismaðurin nam við týdningin av, at Føroyar føra ein virknan uttanríkispolitikk og soleiðis hjálpa fyritøkum, sum vilja út í heim. Føroyingar hava nógvar fyritøkur, sum virka og selja kring um í heiminum. Tað hevur serliga verið innan sjóvinnu, fiskivinnu og alivinnu, men nú ber eisini væl til hjá øðrum, m.a. skapandi vinnum, sniðgevum, tónleikavinnu o.s.fr. at skapa altjóða fyritøkur við heimstaði í Føroyum. Hetta gevur eitt fjølbroyttari samfelag og nýggjar arbeiðsmøguleikar og er við til at skapa trivnað og fólkavøkstur.
Fleiri føroyskar fyritøkur, sum virka altjóða, søgdu síðani frá sínum royndum og Gunvør Balle frá Uttanríkistænastuni greiddi frá, hvørjar tænastur Uttanríkis- og vinnumálaráðið og føroysku sendistovurnar kunnu veita fyritøkum, sum leita út í heim. Eftir tað hevði kendi vinnulívsmaðurin, Mads Faurholt Jørgensen, fyrilestur við góðum ráðum til fyritøkur, sum vilja fram í heiminum.