15.08.2014 · Umhvørvismálaráðið

Boringin av brunninum 6104/25-1, Súla/Stelkur, liðug.

Boringin av leitibrunninum 6104/25-1 í loyvi 008, eisini nevndur Súla/Stelkur, er liðug. Borað varð niður á 3.015 m. Spor av kolvetnum vórðu staðfest, men ikki rakstrarverdar nøgdir.

Brunnurin verður nú tiptur og úrslitini greinað við atliti til at nýta nýggju vitanina til betri at kunna meta um váðan við oljuleiting nærhendis.

Boripallurin West Hercules, ið hevur borað brunnin, kemur í næstum á Runavík til umvælingar.

Loyvishavarar í loyvi 008 eru Statoil, ið er fyristøðufelag, 40%, DONG Energy 30% og OMV 30%.

Johan Dahl, landsstýrismaður, sigur: “Eg fegnist um, at arbeiðið at bora brunnin hevur gingið trygt og væl, men tað var spell, at kolvetni í vinnuligum nøgdum ikki vórðu staðfest.

Leitivirksemið á landgrunninum heldur fram og arbeitt verður við at vísa oljuvinnuni á nýggjar leitimøguleikar, sum vit hava góðar vónir um, at vinnan fer at vísa ans.

Eg fegnist eisini stórliga um, at Statoil og North Atlantic Drilling, ið eigur pallin, West Hercules, hava gjørt av at gera viðlíkahald uppá pallin í føroyskari havn. Hetta er stór álitisváttan til føroyska veitaravinnu og kann verða eitt frambrot fyri føroyska vinnu í strembanini eftir at økja um veitingar til oljuvinnuna úti í heimi eisini.
Samanumtikið fara vit framhaldandi at virka fyri leitivirksemi á landgrunninum og eisini eftir at styrkja møguleikarnar hjá føroyskari vinnu at lata vørur og tænastur til altjóða oljuvinnuna, har stórir møguleikar liggja fyri framman.”