23.03.2012 · Umhvørvismálaráðið

Betri trygd í sambandi við húsasølu

Skjótt verður tað møguligt hjá brúkaranum at tryggja seg ímóti ókendum ábrekum og skaðum í sambandi við keyp og sølu av fastari ogn.

Hetta kann gerast við at tekna eina ognarskiftistrygging. Ein ognarskiftistrygging, er ein trygging, sum tryggjar bæði keyparan og seljaran ímóti ókendum ábrekum og skaðum, sum kunnu vísa seg aftaná, at ein ogn hevur skift eigara.

Keyp av fastari ogn er, fyri tey flestu, størsta íløgan, tey nakrantíð gera. Uttan trygging kunnu slík ábrek og slíkir skaðar í hesum sambandi hava stórar fíggjarliga avleiðingar við sær. Tí hevur tað seinastu árini verið eftirspurningur eftir lóggávu um trygging á hesum øki. Hetta verður nú broytt. Nýggja kunngerðin tryggjar bæði keypara og seljara í sambandi við keyp og sølu av fastogn, og við tí eru keypari og seljari betur vardir.

Við at tekna eina ognarskiftistrygging eru keypari og seljari tryggjaðir, um tað seinni vísur seg, at ognin hevur ábrek ella  skaðar, ið ikki vóru lýstir í støðufrágreiðingini (tilstandsrapport). Eru mistøk í støðufrágreiðingini, fevnir tryggingin eisini um hesi viðurskifti. Tað er tó einki krav, at ein ognarskiftistrygging verður teknað. Heldur er tað upp til keyparan og seljaran at avtala hetta.

Tekningin av einari ognarskiftistrygging fer fram á tann hátt, at seljari fær eina støðufrágreiðing gjørda. Við støði í hesari, kann hann biðja um tilboð frá tryggingarfeløgunum og síðani bjóða keyparanum at tekna eina ognarskiftistrygging. Tað er keyparin, ið avger, um tryggingin skal teknast, men partarnir gjalda í felag fyri tryggingina við eini helvt hvør.

Ein ognarskiftistrygging er sum meginregla galdandi í fimm ár eftir yvirtøkudagin, men møguligt er at leingja hetta til tíggju ár. Tryggingin skal vera teknað áðrenn yvirtøkudagin.

Løgtingið samtykti í fjør eina nýggja lóg um brúkaravernd í sambandi við keyp og sølu av fastari ogn. Tað er í sambandi við hetta, at Vinnumálaráðið nú hevur sent eina kunngerð um tryggingarfulnað fyri ognarskiftistryggingar út til hoyringar.

Kunngerðin kemur í gildi seinni í ár.