08.12.2020 · Umhvørvismálaráðið

Barsilstíðin verður nú longd

Barsilstíðin verður nú longd

Løgtingið hevur samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at broyta barsilsskipanina.

Løgtingið hevur í dag við 2. viðgerð samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at leingja barsilstíðina við 4 vikum. Barsilstíðin kemur sostatt upp á 52 vikur.

“Við hesum røkka vit málinum, sum samgongan setti sær fyri, tá samgonguskjalið varð skrivað fyri góðum ári síðani,” sigur Helgi Abrahamsen. “Vit fáa eina barsilsskipan, sum gevur rætt til 52 vikur við bæði løn og uppsparing til eftirløn,” sigur hann.

Haldførið

Barsilsskipanin hevur verið fíggjarliga sperd ta seinastu tíðina, og tí hækkar inngjaldið bæði fyri at fáa hallið burtur og fyri at fíggja tað, sum longda tíðin kostar. Inngjaldið er í løtuni 0,71 prosent av lønini, og tað hækkar á nýggjárinum upp í 0,86 prosent. Hóast inngjaldið hækkar, so fara lønmóttakarar ikki at merkja hetta, tí gjaldið til ALS lækkar samstundis við 0,25 prosentum.

Ein orsøk til at barsilsskipanin hevur havt hall er, at seinast tá broytingar vórðu gjørdar í skipanini, hækkaðu inngjøldini ikki nóg nógv til, at tað svaraði til øktu útreiðslurnar.

Tær 4 vikurnar, sum koma afturat í barsilsskipanini nú, verða lagdar afturat felagskvotuni hjá báðum foreldrunum. Tað merkir, at mamman fær rætt til barsilspening í 14 vikur eftir barnsburð, pápin í 4 vikur og foreldrini kunnu frítt býta 34 vikur sínámillum.

25 løgtingsfólk atkvøddu fyri uppskotinum, eingin atkvøddi ímóti og eingin atkvøða var blonk.