29.10.2013 · Umhvørvismálaráðið

Barsilsskipanin gerst nú munandi betri

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, ætlar at fremja eina røð av betranum í Barsilsskipanini, so foreldur m.a. kunnu vera longri heima í barsilsfarloyvi við barsilspeningi, ið nú skal verða eftirlønargevandi

 - Nú er eitt høvi at betra føroysku barsilsskipanina munandi, og tí fremja vit nakrar broytingar, sum eisini gera okkara skipan meira kappingarføra við líknandi skipanir uttanlands.

Hetta sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ið umsitur Barsilsskipanina. Viðmerkingar hansara eru í sambandi við eitt lógaruppskot um broytingar í Barsilsskipanini, ið er sent til hoyringar og síðani skal leggjast fyri Løgtingið.

Barsilsskipanin verður ætlandi broytt soleiðis:

•    Samlaða tíðarskeiðið við barsilspeningi verður longt við fimm vikum, upp í 39 vikur
•    Pápar fáa rætt til seks vikur við barsilspeningi móti fýra vikum í dag.
•    Útgjøld úr Barsilsskipanini verða frameftir eftirlønargevandi, og eftirlønargjaldið skal fylgja ásetingunum í eftirlønarlógini
•    Foreldur við tvíburðum ella fleiri børnum í sama barnsburði fáa rætt til fýra eyka vikur við barsilspeningi afturat tíðarskeiðinum, ið foreldrini kunnu býta sínámillum
•    Foreldur við ov tíðliga føddum børnum (áðrenn 32. viku) fáa rætt til átta eyka vikur við barsilspeningi afturat tíðarskeiðinum, ið foreldrini kunnu býta sínámillum

Umframt at aðrar tillagingar verða gjørdar, er vert at leggja til merkis, at longda tíðarskeiðið við pengum úr Barsilsskipanini eisini er galdandi fyri tey, ið ættleiða børn, og serligu rættindini hjá støkum foreldrum til samlaða tíðarskeiðið verða varðveitt.

- Vónin er, at barsilsskipanin við teimum broytingum, sum eru í uppskoti, verður ein enn   dyggari skipan, sum stuðlar undir ein rúmligan og smidligan arbeiðsmarknað, og sum ger tað lættari at sameina arbeiðslív og familjulív, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin leggur afturat:

- Sosialar skipanir í Føroyum, eisini tær arbeiðsmarknaðarfíggjaðu, mugu  vera kappingarførar mótvegis líknandi útlendskum skipanum. Hetta er neyðugt, um  føroysk foreldur og børn teirra skulu velja Føroyar fram um onnur lond.

Heildarætlanin “Fólkaflyting og fólkavøkstur” hevur veitt íblástur til ætlaðu broytingarnar í Barsilsskipanini. Í ætlanini verður dentur m.a. lagdur á, at Barsilsskipanin gerst eins góð og í øðrum londum.

- Vit hava m.a. hugt at útgjaldstíðarskeiðinum og støddini á upphæddunum, ið verða útgoldnar í grannalondunum. Aftaná ætlaðu broytingarnar er føroyska útgjaldið framvegis størri enn í Íslandi og Danmark, hóast eftirlønargjald verður roknað av útgjaldinum. Frameftir eiga vit  at arbeiða við at leingja útgjaldstíðarskeiðið upp aftur meira, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Útreiðslurnar hjá Barsilsskipanini økjast, tá ið broytingarnar koma í gildi. Árligi meirkostnaðurin er 8,7 mió. kr. Hetta liggur innan fyri tað, ið skipanin sjálv kann bera. Seinastu 7 árini hevur avlopið hjá Barsilsskipanini verið 9,1 mió. kr. árliga.

Uppskotið til broytingar í Barsilsskipanini kann síggjast her.