22.12.2017 · Umhvørvismálaráðið

Bakkafrost yvirtekur lívfiskaverkætlanina hjá Fiskaaling

Bakkafrost yvirtekur lívfiskaverkætlanina hjá Fiskaaling

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur í dag undirskrivað avtalu við Bakkafrost og Fiskaaling um, at Bakkafrost yvirtekur lívfiskaverkætlanina hjá Fiskaaling.

Avtalan ber í sær, at Bakkafrost yvirtekur verkætlanina at varðveita føroyska laksastammuna og uppbyggja lívfiskafamiljur, gera kynbótararbeiði og framleiða rogn.

“Lívfiskur og kynbótararbeiði eru grundleggjandi í menningini av føroyskari alivinnu. Men tað er ein vinnulig uppgáva og ikki ein landsuppgáva. Tí er tað eitt natúrligt framstig, at vinnan sjálv tekur yvir” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Formliga yvirtekur Bakkafrost verkætlanina 1. apríl næsta ár, men alifyritøkan hevur samstundis bundið seg at gjalda raksturin av verkætlanini frá 1. januar til 1. apríl. Fram til 2021 fer Bakkafrost at leiga lívfiskastøðina í Skopun og framleiðsluhølini við Áir frá Fiskaaling. Sostatt yvirtekur Bakkafrost eisini tey starvsfólk hjá Fiskaaling, sum eru knýtt at lívfiskaverkætlanini.

Fram til 2021 varðveitir landið upphavsrættin til lívfiskaílegurnar, og Bakkafrost skal, sambært avtaluni veita øðrum føroyskum alarum rogn, um tað gerst neyðugt.

Landsstýrið hevur tikið undir við, at Bakkafrost yvirtekur verkætlanina hjá Fiskaaling eftir hesum leisti.

“Sum samfelag er tað ein sigur, at vit nú fáa staðfest, at vit kunnu framleiða ein upprunafisk í Føroyum – og at vit á tí økinum eru sjálvbjargin, og er í ringasta føri ikki bundin av innflutningi. Ein føroyskur upprunafiskur er eitt sterkt sølu- og marknaðaramboð, sum uttan iva borgar fyri føroyskari dygd,” sigur Poul Michelsen.

Fiskaaling heldur fram sum granskingarstovnur og fer framvegis at røkja eftirlitsuppgávur.