Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl og arbeiðsmálaráðharrin Henrik Dam Kristensen undirskrivaðu í dag avtalu millum Føroyar og Danmark um arbeiðsloysisstuðul. Avtalan tryggjar, at føroyingar í Danmark smidliga kunnu flyta heim til Føroyar at leita sær arbeiði.
Á norðurlendskum ráðharrafundi í dag í Keypmannahavn undirskrivaði landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, og arbeiðsmálaráðharrin, Henrik Dam Kristensen, eina nýggja avtalu um samskipan av arbeiðsloysisstuðuli landanna millum.
Limir í donskum A-kassum hava áður havt trupulleikar at fara til Føroya at leita sær starv, tí teir hvørki hava kunnað fingið útgjald úr ALS ella fingið stuðul við sær úr donsku A-kassunum. Hetta hevur serliga verið ein avbjóðing fyri nýútbúnar føroyingar, sum ynskja at leita sær starv í Føroyum eftir loknan lestur. Avtalan tryggjar, at frá 1. januar kunnu føroyingar taka stuðul úr danska A-kassanum við til Føroya í tríggjar mánaðir.
- Eg fegnist um, at føroyingar við hesi avtaluni fáa somu sømdir sum aðrir norðurlendingar. Eg vóni, serliga at hetta fer at eggja fleiri nýútbúnum føroyskum ungdómum at kom heim aftur á klettarnar at søkja starv, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.