Á hátíðarløtu í Mentamálaráðnum 18. desember 2014 skrivaðu Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum undir avtalu um fylgjaraskipan til fólk, ið bera brek.
Fyri fólk, ið bera brek, hevur tað verið torført at ferðast frítt og at luttaka í ymsum tiltøkum, tí tað fyri hesi hava verið nógvar eyka útreiðslur at skula gjalda bæði fyri seg og fyri fylgjaran. Nógv eru óivað setst aftur av somu orsøk.
Ætlanin við nýggju avtaluni, ið fær gildi 1. januar 2015, er at tryggja fólki, ið bera brek, javnbjóðis atkomu til ferðir, tiltøk og annað.
Við hesi avtaluni er ein góð tilgongd byrjað, sum skapar betri atkomu fyri fólk, ið bera brek, og avtalan um fylgjaraskipan er avgjørt eitt stig á leiðini at gera nakað við átalurnar frá ST um tvørrandi atkomu fyri fólk, ið bera brek.
Í fyrstu atløgu eru tað teir stovnar, sum fáa rakstrar- ella stuðulsjáttan á fíggjarlógina frá ávikavíst Mentamálaráðnum og Vinnumálaráðnum, sum fylgjarakortið fevnir um. Í løtuni eru tað Norðurlandahúsið, Søvn Landsins, Listasavnið, Tjóðpallurin, Ítróttarsamband Føroya og Strandferðslan.
Tað er Meginfelag teirra Brekaðu, sum fer at umsita fylgjarakortið, og tað er hagar fólk, ið hava tørv á fylgjarakorti, skulu venda sær.