Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur avgjørt at seta Allan T. Skaalum sum avloysara fyri stjóran á Rúsdrekkasølu Landsins, sum fer í farloyvi í eitt ár frá 1. oktober 2011 til 30. september 2012.
Allan Skaalum er 48 ára gamal, giftur og eigur 3 vaksin børn. Hann er útbúgvin cand.merc. í leiðslu og marknaðarføring frá CBS. Allan Skaalum hevur havt fleiri fulltrúa- og leiðandi størv í almennu fyrisitingini og í privatu vinnuni. Hann hevur seinastu mánaðirnar arbeitt í Vinnumálaráðnum.
Inn komu 21 umsóknir til starvið.