22.01.2019 · Umhvørvismálaráðið

Avgerðarrættur í útlendingalógini á føroyskar hendur

Avgerðarrættur í útlendingalógini á føroyskar hendur

Í næstum verður stórur partur av umsitingini av uppihaldsloyvum í útlendingalógini fluttur á føroyskar hendur. Sostatt fara føroyskir myndugleikar nú at taka avgerð um, hvørjir útlendingar fáa uppihaldsloyvi í Føroyum.


Hetta er greitt eftir at Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur fingið semju við donsku stjórnina um at yvirtaka umsitingina av avgerðunum um uppihaldsloyvi sambært útlendingalógini.  Semjan merkir, at Útlendingastovan fer at umsita og taka avgerðir í málum um familjusamanføring, arbeiðs- og uppihaldsloyvi, uppihaldsloyvi fyri lesandi o.a.

"Hetta er avgjørt eitt fet tann rætta vegin. Hetta er tann parturin av útlendingamálum, sum er mest viðkomandi fyri okkum í Føroyum," sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

Higartil hevur Útlendingastovan í flestu førum ikki verið kunnað um endaligu avgerðirnar, og tískil hava føroyskir myndugleikar ikki vitað, hvør fær og hvør ikki fær uppihaldsloyvi í Føroyum. Útlendingastovan hevur virkað sum hoyringspartur hjá donskum myndugleikum, tá ið talan er um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

“Við hesum leistinum fáa vit ment okkara førleikar á útlendingaøkinum, og tað er ein umráðandi liður í fyrireikingunum til samlaðu yvirtøkuna av útlendingaøkinum, sum eisini fevnir um marknaðareftirlit. Yvirtøkuarbeiðið heldur tí fram," sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin fer í næstum at leggja uppskot til ríkislógartilmæli fyri Løgtingið um at gera tær broytingarnar í útlendingalógini, sum skulu til fyri at føroyskir myndugleikar frameftir taka avgerðir um familjusamanføring, arbeiðs- og uppihaldsloyvi o.a.

Í fyrsta umfari verða reglurnar fyri innferð og uppihald í Føroyum ikki broyttar, men tað verður ásett, at føroyskir myndugleikar í eini komandi løgtingslóg um integratión kunnu seta sum treyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, at viðkomandi útlendingar hava tætt tilknýti til Føroyar og tískil skulu lúka málslig krøv umframt at hava innlit í føroyska mentan og samfelagslig rættindi og skyldur.

Uppskotið til ríkislógartilmæli fer til hoyringar í dag, sí her og her. Miðað verður ímóti, at Føroyar taka yvir málsviðgerðina á Ólavsøku í ár.