Atlantsflog skrivaði seinnapartin undir keypsáttmála við evropeisku flogverksmiðjuna Airbus um at byggja tvey nýggj flogfør av slagnum Airbus A32neo. Landsstýrismaðurin Poul Michelsen var staddur á Le Bourget Air Show í París, tá ið sáttmálin varð undirritaður.
- Við hesum brynjar Atlantsflog seg til framtíðina við áhaldandi at knýta Føroyar nærri umheiminum við kappingarførum ferðaseðlaprísum, sigur landsstýrismaðurin.
Nýggju flogførini eru meira orkusparandi enn tey, sum eru í flotanum nú. Tey brenna upp til 20 prosent minni, og óljóðið er 50 prosent minni. Við nýggju flogførunum gerast møguleikarnir eisini fleiri, tí tey kunnu flúgva longri teinar og taka fleiri ferðafólk.
- Kappingin á heimsmarknaðinum krevur, at eitt framkomið flogfelag sum Atlantsflog hevur ein nýmótans flota við fremstu tøknini, eisini í mun til umhvørvið, sigur Poul Michelsen.
Flotin hjá føroyska flogfelagnum verður støðugt dagførdur. Um ein mánað kemur fyrsta neo-flogfarið til Føroya, sum er langtíðarleigað frá amerikanska felagnum Air Lease.
Nýggju flogførini verða latin Atlantsflogi í tveimum umførum – seint í 2023 og fyrra hálvár í 2024.
Sáttmálin millum Airbus og Atlantsflog ásetur, at keypsprísurin ikki skal kunngerast.
Á myndini eru frá vinstru: Christopher Buckley, Executive Vice President Europe, Africa & Pacific, Airbus, Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, og Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.