Atlantic Airways hevði 16,2 milliónir í avlopi eftir skatt í fjør. Tað er 13 milliónir meira enn í fjør, tá úrslitið var 3,3 milliónir eftir skatt. Inntøkurnar hjá Atlantic vuksu við 32 milliónum frá 2017 til 2018, úr 515 upp í 547 milliónir.
Ongantíð fyrr hava so nógv fólk ferðast við Atlantic Airways sum í fjør. Talið av ferðandi var 308.000, sum er 10 prosent meira enn árið fyri. Felagið hevur 157 milliónir í tøkum peningi.
"Atlantic Airways er eitt av okkara høvuðsbindiliðum við umheimin. Felagið stendur seg væl í kappingini og arbeiðir støðugt við at menna nýggjar rutur til m.a. París og New York samstundis sum tvey nýggj flogfør eru á veg í flotan og eitt hotell stendur í gerð," sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, sum er nøgdur við úrslitið hjá Atlantic Airways í fjør.
Tvey nýggj starvsfólkaumboð tóku sæti í nevndini. Talan er um Jens Eyðstein í Løðu og Jóhan Vágadal. Umframt teir sita Niels Mortensen, formaður, Kaj Johannesen, næstformaður, Laila Hentze og Fróði Magnussennú í nevndini. Við á myndini eru eisini Poul Michelsen, landsstýrismaður, Jóhanna á Bergi, stjóri, og Marius Davidsen, fíggjarstjóri.