27.11.2008 · Umhvørvismálaráðið

Átak um vinnugransking og innovatión

5. desember kl. 13 - 17 í Athøll í Norðurlandahúsinum

5. desember skipa Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fyri átaki um vinnugransking og innovatión.
 
 
Samgongan hevur sett sær fyri at arbeiða víðari við málinum um Granskarapark, og átakið er liður í hesum arbeiði. Endamálið við degnum er at skunda undir vinnugransking og innovatión, og fáa gongd á aftur málið, at skapa tær bestu vakstrarumstøðurnar fyri hesum øki.
 
 
Dagurin verður skipaður við stuttum framløgum, sum skulu varpa ljós á tað vakstrarpotentiali sum er, og skulu kveikja áhugan og eggja til økt samstarv millum vinnuna og granskingina.
 
 
Átakið verður í Athøll í Norðurlandahúsinum, 5. desember kl. 13 – 17.
 
 
Luttøkan er ókeypis, men av tí, at avmarkað pláss er, verða fólk biðin um at boða frá luttøku hjá Vinnumálaráðnum á teldupost vmr@vmr.fo ella á telefon 35 60 60 í seinasta lagi mikudagin tann 3. desember.