Røða hjá Magnus Rasmussen, landsstýrismanni, til setanina av ársins íverksetaradegi.
Góðan dag og vælkomin til Ársins íverksetaradag, sum eisini er fyrsta ferð eg fái høvi at seta henda fagnaðardagin fyri føroyskar íverksetarar.
Eisini nú, meðan búskapurin koyrir við fullari ferð, hava vit brúk fyri fólki, sum brýtur upp úr nýggjum. Ja, vit hava altíð brúk fyri fólki, sum sær tingini eitt sindur øðrvísi, fólki sum finnur nýggjar loysnir og sum hevur dirvi og vilja at føra síni hugskot út í lívið.
Í roynd og veru hevur tørvurin ongantíð verið størri enn nú. Tí ongantíð hava heimurin og vinnulívið broytt seg so skjótt sum í dag og møguleikarnir hava ongantíð verið fleiri.
Tí mugu vit eggja teimum til - sum tora at taka av møguleikunum - og stuðla teimum, tá ið tey loypa út í, uttan at vita um tey grynna.
Sum fyrrverandi borgarstjóri fegnist eg um, at Íverksetarahúsið vísir økinum, har sum dagurin verður hýstur, ans og letur borgarstjóran á staðnum fáa fyrstu orðini.
Høvuðsstaðurin hevur eisini verið óførur at skapa karmar fyri íverksetarar. Tað grør um gangandi fót í Sjóvinnuhúsinum, har sum bæði íverksetaradepilin hjá Tórshavnar kommunu – Hugskotið - heldur til, umframt nakrar av landsfevnandi vinnuframaskipanunum, nevniliga Filmshúsið, Vinnuframi og Framtak.
Íverksetarahúsið, sum skipar fyri hesum degi, hevur sum kunnugt fastan bústað í Klaksvík og eisini tætt samstarv við Klaksvíkar kommunu, men tey eru virkin við ráðgeving og tiltøkum um alt landið.
Og hetta er akkurát, sum tað eigur at vera. Leikluturin hjá landinum er fyrst og fremst at skapa karmar og at gera átøk, ið eru fyri alt landið, og nærumhvørvið stuðlar upp undir vinnuna á staðnum. Og allar best er tað, tá ið øll lyfta í felag og hjálpa har, sum tey kunnu.
Tí kunnu vit eisini fegnast um, at tað eru nógv góð tilboð kring landið, m.a. granskarasetrið iNOVA, Visit Faroe Islands, FabLab á Kambsdali og í Vági, Tónleikaútflutningsstovan, vanliga rópt FMX, hópfíggingarskipanin eins og onnur góð átøk.
Men við so nógvum og ymiskum tilboðum er tað eisini umráðandi, at íverksetarar vita um skipanirnar, og at vit øll kunnu skilja, hvussu vinnuframabygnaðurin hongur saman.
Tí er eitt gamalt politiskt ynski, at ein íverksetaraportalur verður settur á stovn. Hetta er eitt mál í samgonguskjalinum, eins og tað hevur verið í fleiri undanfarnum samgonguskjølum og í vinnupolitiskum tilmælum.
Eg eri sera spentur upp á, at hetta málið verður rokkið, og tey siga fyri mær, at nú er ikki leingi at bíða til fyrsta útgáva av íverksetaraportalinum verður klár.
Við íverksetaraportalinum fáa vit eina felags inngongd til vinnuframaskipanina. Málið er at gera eitt stað, sum gevur yvirlit yvir stóra netverkið, sum er til reiðar at hjálpa íverksetarum og fyritøkum sum heild, og sum ger tað lætt at finna røttu hjálpina. Ætlanin er eisini, at portalurin skal eggja til enn betri samstarv millum allar skipanirnar, sum stuðla upp undir íverksetan.
Tað er Íverksetarahúsið, sum hevur tikið á seg at gera portalin í tøttum samstarvi við Umhvørvis- og vinnumálaráðið, aðrar partar av vinnuframaskipanini og stovnar, sum eru viðkomandi fyri vinnuna.
Samanumtikið haldi eg, at umstøðurnar hjá íverksetarum at menna nýggjar vørur og at fáa gongd, serliga á heimligu framleiðsluna, eru á eini leið.
Men hjá nógvum er heimamarknaðurin ov lítil til at skapa lønandi vinnu. Vit mugu tí í størri mun hugsa langt út um landoddarnar frá byrjan, og leggja nógva orku í at skapa góð sambond út í heim.
Á teimum økjunum, har sum vit hava arbeitt miðvíst við altjóðagerð og marknaðarføring uttanlands, hevur tað eisini gjørt góðan mun. Ferðavinnan er eitt heitt kjakevni, men tað skerst ikki burtur, at Visit Faroe Islands hevur gjørt eitt framúr gott arbeiði at marknaðarføra Føroyar.
Annað gott dømi er Filmshúsið, sum longu hevur gjørt heilt stóran mun fyri filmsvinnuna og fyri Føroyar sum filmsland.
Somuleiðis arbeiðir FMX við at marknaðarføra føroyskan tónleik, og eg veit, at bæði Íverksetarahúsið, Hugskotið og Vinnuframi gera nógv við at skapa sambond við íverksetaranetverk í øðrum londum.
Og so eru tað hinar vinnurnar, sum vit í mong ár hava tosað um, sum skulu gerast nýggju og sterku súlurnar undir búskapinum. Vinnur grundaðar á ílegugransking, matvørumenning og kunningartøkni. Skulu hesar vitanarvinnurnar mennast, og skulu vit gera okkum galdandi á altjóða pallinum, so mugu vit eisini her vera eins miðvís og málsøkin, sum vit hava verið í ferðavinnuni og filmsvinnuni.
Eg síggi tað sum eina stóra uppgávu hjá vinnuframaskipanini at hjálpa við hesum. At knýta sambond við íverksetaranetverk í útheiminum, at knýta sambond við granskingar- og menningardeplar og ikki minst at fáa tætt samband við føroyingar, sum hava viðkomandi altjóða royndir. Ein teirra er Rúnar Reistrup, sum er høvuðsrøðari í dag, og sum eg eri sera spentur at hoyra.
Samanumtikið hevur tað nógv at siga at vit sum land, nærumhvørvi og einstaklingar stuðla íverksetarunum. Týdningarmest er tó, at tit, sum vilja seta nýtt í gongd, trúgva upp á egnan mátt og megi. At tit seta tykkum stór mál og hava áhaldni at fara eftir teimum. Tá kunnu vit saman skapa eina sterka íverksetaramentan og fáa fyritøkur, ið tryggja okkum varandi og burðardygga menning.
Við hesum orðum er Ársins íverksetaradagur 2021 settur.
Breyðvirkið hjá Randi Olsen og Fríðu Hansen varð kosið ársins íverksetari 2021
Hjartaliga til lukku