01.04.2016 · Umhvørvismálaráðið

Ársins íverksetaradagur 2016

Ársins íverksetaradagur 2016

Í morgun 1. apríl 2016 setti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Ársins Íverkaradag 2016 á Østrøm.      

Røðan hjá landsstýrismanninum: 

Góðan dag og vælkomin øll somul: tit sum eru íverksetarar, tit sum ætla at verða íverksetarar, og tit sum stuðla og hjálpa teimum, sum vilja gera hugskot til lønandi vinnur.

Tá ið tað eydnast hjá einum íverkseta, er tað sjáldan - ella helst ongantíð - eitt avrik, sum hann ella hon hevur klárað púra einsamallur ella einsamøll.

Tað kann vera, at ein einstaklingur hevur eitt gott hugskot, ella at viðkomandi hevur góð evni at skipa fyri og at fáa ting at henda, men tað er sera umráðandi hjá íverksetarum at hava eitt gott bakland og eitt sterkt netverk.

Og allarbest er tað, um umhvørvið eisini virðir tey, sum tora at satsa og at seta nýtt virksemi í gongd og ikki velja tryggastu leiðina til eina inntøku. Tí tað er so, at har sum íverksetaramentanin er sterk, og nógvir íverksetarar eru, leggjast fleiri afturat. Íverksetarar og íleggjarar flyta har, sum virkni og lív er – snøgt sagt har til - sum tað hendir nakað.

Íverksetarahúsið, og vinnuframaskipanin sum heild, hevur tí tvey aðalmál. At stimbra og hjálpa íverksetarum beinleiðis, men eisini at stimbra íverksetaramentanina í øllum landinum.

Sum helst øll vita, er avbjóðingin at gera samfelagið spennandi, fjølbroytt og tíðarhóskandi soleiðis, at – tað at velja Føroyar er tað mest natúrliga valið av øllum at taka.

Líka natúrligt er at gera sær greitt, at eitt arbeiði ikki bara stendur klárt og bíðar, tá ið tey flyta heim. Verandi vinna verður støðugt effektivari, og krevur alsamt færri hendur. Eisini eru nógv sum hava útbúgvingar og royndir, sum verandi vinnur í Føroyum ikki spyrja eftir. Tí koma alt fleiri at skula skapa síni egnu størv, og vónandi eisini arbeiðspláss til onnur.

Sum samfelag kunnu vit hjálpa teimum við at skapa karmar og menna ein hugburð, sum ger tað lokkandi at byrja nýtt virksemi í Føroyum. Vit skulu skapa eitt gott undirstøðukervi, góðar vinnukarmar og eina sterka íverksetaramentan.

Men vit kunnu eisini fegnast um, at Føroyar á mangan hátt eru eitt sera gott stað at byrja nýtt virksemi. Tað er skjótt at stovna virki og stutt er til leiðbeining og ráðgeving, og á flestu økjum hava vit eina smidliga og effektiva fyrisiting. Vit hava í okkara samfelag nakrar fyrimunir, sum fólk í størri samfeløgum bert kunnu droyma um. Bert fáa staðni í heiminum hava íverksetarar so stutta leið til miðlar, til roynd vinnulívsfólk, til granskarar og onnur góð fólk, ið kunnu hjálpa við at fáa hugskotini framd í verki.

Heimamarknaðurin er ikki stórur og hava flestu íverksetarar tí tað mál at koma út um landoddarnar og út á altjóða marknaðin við teirra vøru ella tænastum sum skjótast. Og her eigur okkara uttanríkiskunnleiki og sendistovunet at koma íverksetarum til hjálpar.

Men ætlanin er eisini at gera nógv átøk afturat komandi árini, fyri at gera Føroyar enn betri fyri íverkstarar og eg vil fegin nevna nøkur teirra.

- Næsta ár verður møguligt hjá íverksetarum at seta á stovn íverksetarafeløg. Hetta eru partafeløg, sum bert nýtast eina krónu í partapeningi. Yvirskotið hjá hesum feløgum fer fyrstu tíðina til at røkka kapitalkravinum at gerast smápartafeløg. 

- Komandi árini fer eisini av álvara ferð at koma á talgildingina av samfelagnum. Hetta fer at skapa heilt nýggjar samstarvsmøguleikar, og letur eisini upp fyri nógvum nýggjum virkismøguleikum. M.a. at menna nýggjar talgildar loysnir til føroyska marknaðin og til útheimin.

- Í næstum verður politikkur fyri skapandi vinnur almannakunngjørdur. Hetta er ein staðfesting av, at politiska skipanin ásannar tørvin, og at stórt tilfeingið er í Føroyum av skapandi fólkunum. Eitt tilfeingið, sum vit eiga at brúka nógv betri í vinnuligu menningini, og komandi árini fara ein røð av tiltøkum at verða sett í verk, sum hava til endamáls at stimbra skapandi vinnurnar.

- Ferðavinnan er í stórum vøkstri og stendur í dag fyri næstan 10 prosentum av samlaða útflutningvirðinum. Ferðavinnan kann vaksa nógv afturat, um fólk við nýggjum hugskotum bjóða seg fram við nýggjum ferðavinnutilboðum. Fyri at stimbra hesa menningina er ein arbeiðsbólkur settur, sum skal gera eina menningarætlan fyri ferðavinnuna innlendis í Føroyum. Arbeiðið verður liðugt í ár, men tykkum nýtist ikki at bíða eftir tí. Ferðavinnan vantar longu nú nýggj og fjølbroytt tilboð til ferðafólk, og kostnaðurin av at byrja virki til endamálið er ofta rættiliga lítil.

Men hvussu nógvar og góðar politisku ætlanirnar enn eru, so er fremsta tilfeingið í einum nýggjum virki - dirvi, nærlagni og treysti hjá íverksetarunum. Tí er ikki at bíða eftir øðrum, men at bretta upp um armar og loypa út í tað.

Við hesum verður íverksetaradagurin 2016 settur.

Takk fyri.