07.02.2014 · Umhvørvismálaráðið

Arbeiðsbólkur handað tilmæli um loyvisgjald á alivinnu

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, og Johan Dahl, vinnumálaráðharri, hava í dag fingið handað eitt tilmæli um loyvisgjald á alivinnu.

Landsstýrið setti á vári 2013 ein arbeiðsbólk at koma við tilmæli til eyka skatt á fiski- og alivinnu. Seinni skipaði arbeiðsbólkurin seg í tveir arbeiðsbólkar: ein fyri fiskivinnu og ein fyri alivinnu.

 

Hesir hava mannað arbeiðsbólkin fyri alivinnu:

 

Hans Kári Vang, fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum

Atli Suni Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Pól E. Egholm, fulltrúi í Vinnumálaráðnum

Atli Gregersen, nevndarlimur í Havbúnaðarfelagnum

 

Harumframt hevur Stefan í Skorini, ráðgevi fyri Havbúnaðarfelagið, luttikið í arbeiðinum.

 

Arbeiðsbólkurin mælir til, at alivinnan í staðin fyri galdandi loyvisskatt á 7% skal rinda eitt loyvisgjald eftir hesum leisti:

 

·         Loyvisskatt: har alivinnan rindar ein eyka felagsskatt á 4,5%.

·         Tøkugjald: har alarin rindar 0,5% av marknaðarvirðinum á tøkuni í sambandi við, at alifiskur verður tikin.

 

Arbeiðsbólkurin vísur eisini á, at alivinnan skal hava kappingarførar og tryggar karmar at virka undir, og verður tískil mælt til, at loyvisgjaldið verður hildið óbroytt í eitt áramál.

 

Tilmælið er frá einum samdum arbeiðsbólki.

 

Leinkja til tilmælið

 

Upprit um loyvisgjald á alivinnu