Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, setti í morgun árligu aliráðstevnuna, á Hotel Føroyum, og segði m.a.
"Eg vil byrja við at ynskja øllum tykkum, sum fáast við aling, í fyritøkunum, í aliumsitingini og eftirlitinum og í granskingini, til lukku.
Til lukku við at tit í alivinnuni enn eina ferð hava megnað at vaksa um tøkuna og útflutningin, bæði í nøgd og í virði, so at útflutningurin í 2021 táttaði í hálvafimtu milliard krónur, sum var nærum helvtin av øllum føroyska útflutningsvirðinum. Tað er imponerandi, og vit eru øll greið yvir hvussu ómetaliga stóran týdning alivinnan hevur fyri alt føroyska samfelagið."
"Men hóttanir eru altíð. Eg hevði herfyri tann stóra heiðurin at seta altjóða lúsaráðstevnuna, sum Fiskaaling var vertur fyri. Eitt einastandandi flott og stórt tiltak, sum tað ikki hevur verið løtuverk at skipa fyri. Serfrøðingar komu úr øllum heiminum at siga frá sínari vitan um laksalýs, um havstreymar, modellering og reinsiskipanir og um, hvussu vit best kunnu stýra fyri at fyribyrgja at laksalúsin fær fastatøkur.
Eg má siga, at eg var púra ovfarin av, at so nógv fólk ferðaðust allan vegin til Føroya at tosa um lús, men tey vóru veruliga eldhugað og spent at deila nýggjastu vitanina um henda lítla snúltaran.
Og føroysku serfrøðingarnir stóðu avgjørt ikki aftanfyri teir útlendsku. Eg haldi, at vit skulu vera errin av okkara alivinnu, av mongu føroysku veitarunum til alivinnuna, og ikki minni errin av okkara granskingar- og menningarumhvørvi og okkara alifyrisiting.
"At bæði alivinnan og fiskivinnan mugu verða burðardyggar, er so sjálvsagt. Vinnurnar skulu framhaldandi mennast, men menningin snýr seg ikki bara um at vaksa í nøgd og inntøkum. Týdningarmest er, at tær mennast til veruliga at verða burðardyggar. Ikki bara í mun til kappingarneytarnar, men serliga í mun til tað, sum náttúran kring okkum ber."
Øll røðan kann lesast her