Mánadagin vitjaði orku- og tilfeingisnevdin í amerikanska senatinum Føroyar. Í ferðalagnum vóru fimm senatorar og amerikanska sendikvinnan í Keypmannahavn og tað var Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum tók ímóti og greiddu frá føroyskum viðurskiftum. Serliga legði hann dent á útflutningin til og samstarvið við USA.
Nevndin fekk, eftir egnum ynski, undir vitjanini kunning um undirstøðukervið, um telenetið og um grønu orkuætlanina hjá SEV. Eisini fingu tey høvi at smakka føroyskan mat.
”Vitjanin var ein staðfesting av, at bæði politiskt og handilsliga er USA ein av okkara mest týðandi partnarum. Senatorarnir vístu, saman við sendikvinnuni, stóran áhuga fyri at menna samstarvið millum Føroyar og USA,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
Mynd: Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, Maria Cantwell (Washington), John Barrasso (Wyoming), Lisa Murkowski, forkvinna, (Alaska), Joe Manchin (West Virginia), Poul Michelsen, landsstýrismaður, Carla Sands, sendikvinna, Sheldon Whitehouse (Rhode Island) og Teitur Samuelsen, stjóri í Pf Eysturoyar- og sandoyartunlum.