21.06.2016 · Umhvørvismálaráðið

Amerikanski herflotaráðharrin á vitjan í Føroyum

Amerikanski herflotaráðharrin á vitjan í Føroyum

Hósdagin 23. juni kemur Ray Mabus, amerikanskur herflotaráðharri á vitjan í Føroyum. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum er vertur fyri vitjanini.

Fríggjadagin hevur ráðharrin fund við løgmann, Aksel V. Johannesen, Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum og Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum. Á fundinum við landsstýrið fara partarnir m.a. at umrøða viðurskifti og áhugamál í Arktis.

Aftaná fundin verður kunning fyri fjølmiðlum í Salinum í Tinganesi fríggjadagin 24. juni kl. 12.

Miðlar, ið ynskja at luttaka skulu boða frá á palln@uvmr.fo ella tlf. 551028 í seinasta lagi hósdagin 23. juni kl. 13.

Á ferðini skal ráðharrin eisini hitta Løgtingsins Uttanlandsnevnd og vitja Arktisk Kommando.

Ráðharrin fer av landinum aftur sunnudagin 26. juni.