31.03.2009 · Umhvørvismálaráðið

ALS-lóggávan skal nú nútímansgerast

Stýrið fyri ALS hevur latið landsstýrismanninum, Johan Dahl, álit og uppskot til broytingar í ALS-lógini.

Við støði í álitinum og uppskotinum frá ALS-stýrinum fer landsstýrismaðurin nú saman við Vinnumálaráðnum at gera uppskot til samsvarandi broytingar í ALS-lógini at leggja fyri Løgtingið.

Týdningarmestu broytingarnar eru, at arbeiðsloysisstuðulin sum heild hækkar, og at ein skipan nú verður gjørd fyri fiskimenn, tá skip teirra verður lagt í ávíst tíðarskeið.
 
  
Yvirlit yvir broytingar:
 
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, heitti í november 2008 á stýrið fyri ALS at koma við broytingum og tillagingum av Arbeiðsloysisskipanini at leggja fyri Løgtingið hesa tingsetuna.

Arbeiðsloysisskipanin tók undir við hesi áheitan og boðaði landsstýrismanninum frá, at farið varð undir at endurskoða ALS-skipanina, og eitt nýtt álit um broytingar í ALS-skipanini skuldi verða latið landsstýrismanninum so skjótt tilber.
Boðað varð frá, at arbeiðið fór at verða gjørt í tveimum. Fyrst varð farið í gongd við at endurskoða Fiskavirkisskipanina og síðani Arbeiðsloysisskipanina. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og álit er handað landsstýrismanninum.

Í høvuðsheitum eru broytingarnar hesar:

Úr álitinum frá 2005, sum av ymsum orsøkum ongantíð kom fyri Tingið, mælir stýrið til hesar broytingarnar:

- Heimild verður fingin til vega, soleiðis at avvarðandi landsstýrismaður og Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina kunnu gera avtalur um, at Arbeiðsloysisskipanin tekur á seg aðrar uppgávur, sum hava samband við arbeiðsmarknaðin.

- Ásett verður, at tað skulu takast samfelagsbúskaparlig atlit, tá Stýrið ásetir ALS-gjaldið.

- Heimild verður fingin at renturokna skyldugt ALS-gjald til Arbeiðsloysisskipanina, umframt at krevja avgreiðslugjøld.

- Arbeiðsloysisskipanin fyri sjálvstøðugt vinnurekandi verður broytt frá at vera ein skipan, har inn- og útgjald eru tengd at inntøkuni hjá viðkomandi, til at vera ein skipan við føstum inn- og útgjøldum.

- Broytingar verða gjørdar, soleiðis at mótrokning í hægst loyvda arbeiðsloysisstuðli bert verður framd fyri eftirlønir og ikki sum í dag somuleiðis vegna ymsar almannaveitingar.

- Farloyvisskipanin verður meira liðilig, við tað at Stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanini í størri mun verður heimilað at broyta útgjaldið í mun til vanligt útgjald fyri arbeiðsleys.

- Heimildirnar til Stýrið í sambandi við førleikagevandi tiltøk fyri arbeiðsleys verða víðkaðar, m.a. soleiðis at skipanir viðvíkjandi arbeiðsvenjingum, har Arbeiðsloysisskipanin endurrindar arbeiðsgevaranum, kunnu setast í verk.

- Í fiskavirkisskipanini eru reglurnar viðvíkjandi útrokningargrundarlagnum broyttar soleiðis, at útrokningargrundarlagið verður endurskoðað árliga. Útrokingargrundarlagið fer tó ongantíð niður um fyrsta grundarlagið, sum verður ásett, tá ið viðkomandi kemur í skipanina.

Stýrið leggur eisini hesa broyting fyri, sum er áløgd av landsstýrinum:

- Ein skipan verður gjørd fyri fiskimenn, tá skip teirra verður lagt í ávíst tíðarskeið.

Harumframt mælir Stýrið til, at hesar broytingar verða framdar:

- Tann stuðul, sum verður goldin arbeiðsleysum, verður hækkaður til 80 % av útrokningargrundarlagnum hjá tí einstaka, men avmarkaður til kr. 20.000 um mánaðin fyrsta árið, viðkomandi er arbeiðsleysur og so lækkaður, soleiðis at stuðulin verður hægri fyrstu tíðina, viðkomandi er arbeiðsleysur.

- Ásett verður, at inntøkur og útreiðslur hjá ALS ikki verða tiknar við á løgtingsfíggjarlógina.

- Útgjaldstíðarskeiðið verður yvir tvey ár stytt, soleiðis at rætturin til útgjald fellur burtur, tá arbeiðsleysur í undanfarna 3-ára skeiði hevur fingið arbeiðsloyssisstuðul í 648 dagar.

- At inngjaldsloft aftur verður sett í gildi.
 
- At fólk t.d. í DIS-skipanini kunnu nú tekna trygging.

- At bíðidagarnir fella burtur.

- At útlendingar eftir umsókn kunnu sleppa undan at rinda ALS-gjald.

Kostnaður
Útrokningarnar vísa, at kostnaðarmetingarnar ávirka rakstrarúrslitið hjá ALS frá 28 mió. kr. við einum arbeiðsloysi upp á 1,5 % til 45 mió. kr. við einum arbeiðsloysi upp á 3,8 %.