Landsstýrið fer at lækka ALS gjaldið frá 1. januar. Hetta merkir ein lætta fyri løntakarar á umleið 25 mió.kr. um árið og ein avgjaldslætta fyri arbeiðsgevarar á 25 mió. kr.
Orsøkin til lækkingin er, at arbeiðsloysisskipanin er sera væl fyri fíggjarliga eftir fleiri ár við metlágum arbeiðsloysi.
Eginognin í ALS-grunninum væntast at verða umleið 1,25 mia. krónur við árslok 2023, og grunnurin hevur sostatt nokk pengar at standa ímóti einum høgum arbeiðsloysi í nógv ár.
Um so skuldi verið, at arbeiðsloysið í Føroyum hækkaði til dømis til 5%, hevði ALS kunnað útgoldið arbeiðsloysisstuðul í meira enn 25 ár.
Tí hevur landsstýrið tikið undir við tilmælinum frá ALS-stýrinum um at lækka ALS-gjaldið við 0,2 prosentstigum.