04.04.2013 · Umhvørvismálaráðið
Almennur pallborðsfundur um fólkaflyting og fólkavøkstur týskvøldið 9. apríl kl. 19.00
Føroyar hava eina stóra avbjóðing við minkandi fólkatali og vantandi tilflyting.
Í heyst setti landsstýrið ein arbeiðsbólk at gera eina heildarætlan fyri, hvussu vit steðga fólkafráflyting og skapa fólkavøkstur. Í sambandi við, at heildarætlanin er liðug og er handað landsstýrinum, verður skipað fyri almennum pallborðsfundi í Norðurlandahúsinum um fólkavøkstur týskvøldið 9. apríl kl. 19.00-21.00.
Á tiltakinum fer arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt heildarætlanina, at hava framløgu og Annleyg Lamhauge fer at greiða frá kanningini, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt av trivnaðinum millum føroyingar.
Í pallborðinum sita formenninir í politisku flokkunum, og áhoyrararnir fáa høvi at seta spurningar.
Evnini, pallborðið fer at kjakast um, eru m.a.:
- Hvussu fáa vit fleiri at taka útbúgving í Føroyum?
- Hvat kann gerast fyri at betra um lívskorini í Føroyum?
- Hvussu styrkja vit tilknýtið til okkara útisetar?
- Og hvat ætlar politiska skipanin at gera fyri at venda gongdini?
Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt.