21.01.2011 · Umhvørvismálaráðið

Almenna innkeypið verður nú meira skipað

Fyrst í 2011 fór uppskot til innkeyps- og útboðspolitikk hjá tí almenna til hoyringar og hevur politikkurin til endamáls at gera alment innkeyp so effektivt og skynsamt sum møguligt.

Fyrst í 2011 fór uppskot til innkeyps- og útboðspolitikk hjá tí almenna til hoyringar.  Uppskotið til innkeyps- og útboðspolitikk hevur til endamáls at gera alment innkeyp so effektivt og skynsamt sum møguligt.

Uppskotið til politikkin kann býtast í tveir høvuðspartar:
 

Fyrsti partur er innkeypspolitikkurin, ið ásetur meginreglur, sum skulu vera galdandi fyri tær veitingar, tað almenna keypir frá privatum veitarum, sama hvør innkeypsháttur verður nýttur.
 

Annar partur er útboðspolitikkurin, ið ásetur, nær veitingar skulu verða bjóðaðar út millum privatar veitarar, og ásetir harumframt tær mannagongdir, sum skulu verða nýttar í útbjóðingunum.
 

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum sigur í hesum viðfangi:
“Vit hava tørv á einum skipaðum almennum innkeypi, sum samstundis er smidlig og hóskar til føroyska samfelagið. Tað hava vit lagt stóran dent á í hesum arbeiði.”
 

Høvuðsbroytingar, sum lagt verður upp til við uppskotinum um innkeyps- og útboðspolitikk:
 

  • Keyp úr kr. 800.000 skulu, við ávísum undantøkum, bjóðast út
  • Fyri keyp úr kr. 50.000 upp í kr. 800.000 skulu minst tvey tilboð verða umbiðin
  • Mál í útbjóðingartilfari skal vera føroyskt, umframt at annað viðkomandi mál kann nýtast, har bjóðað verður út uttanfyri Føroyar. Føroyskar fyritøkur skulu hava møguleika at lata inn tilboð á føroyskum.
  • Ein stór broyting í uppskotinum til útboðspolitikkin í mun til galdandi reglur er, at krøv verða sett til myndugleikar um at gjøgnumganga alt virksemi hjá sær fyri at gera metingar um, hvørjar uppgávur eiga at verða bodnar út. Vísur tað seg, at tað privata kann loysa hesa uppgávu meira effektivt enn tað almenna, verður uppgávan latin privatum fyritøkum at loysa. Myndugleikar skulu tí gjøgnumganga sínar uppgávur í minsta lagi 4. hvørt ár og gera metingar um, hvørjar uppgávur eiga at verða kappingarútsettar. Úrslitið av gjøgnumgongdini skal almannakunngerast.
  • Útboð skulu lýsast á einum almennan útboðsportali

Innkeyps- og útboðspolitikkurin er eitt av átøkunum í Vøkstur og Virksemi, virksemisætlanini hjá landsstýrinum.  Arbeiðið hevur verið gjørt í tøttum samstarvi við Fíggjarmálaráðið, sum varðar av hesum málsøki umframt aðrar aktørar – bæði almennar og privatar. 

Les samandrátt av innkeyps- og útboðspolitikkinum her.
 

Les innkeyps- og útboðspolitikkin her.
 

Meira fæst at vita við at venda sær til Vinnumálaráðið á tel 30 66 00 ella vmr@vmr.fo