Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur almannakunngjørt úrslitini av yvirvøku av føroyskum alifiski fyri 2015.
Kanningarnar vísa at einki antibiotika ella leivdir av evnum móti laksalús var ávíst í føroyskum alifiski, og nøgdirnar av tungmetalum og lívrunnum eiturevnum vóru langt undir ásett mørk.
Føroyar hava í veterineravtaluni við ES frá 2001 bundið seg til at kanna eftir, at tøkufiskur ikki inniheldur heilivágsleivdir, og at alifiskur undir framleiðsluni ikki verður viðgjørdur við ólógligum evnum. Onnur fremmand evni í alifiski skulu vera undir markvirði. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt yvirvøkur av alifiski á hvørjum árið síðani 2001.
- Føroyskur laksur borgar fyri góðsku, fiskavælferð og reinum umhvørvi, og er tí høgt í metum og eftirspurdur um allan heim, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
- Kanningarnar vísa, at regluverkið og karmarnir kring alivinnuna virkar til fulnar, og eru úrslit av einum drúgvum og umfatandi arbeiði gjøgnum mong ár. Úrslitini staðfesta somuleiðis, at alivinnan livur upp til fremstu altjóða krøv, og prógva visjónina hjá vinnuni og politiska myndugleikanum um, at føroyskur laksur skal vera heimsins besti.
Meir um yvirvøkuna av alifiski kann lesast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.