23.04.2010 · Umhvørvismálaráðið

Álit um ungdómsarbeiðsloysið

Álit um ungdómsarbeiðsloysið

Álit um tiltøk í sambandi við vaksandi ungdómsarbeiðsloysið varð í dag handað Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum og Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.

Álit um tiltøk í sambandi við vaksandi ungdómsarbeiðsloysið varð í dag handað Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum og Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.

Álitið er skrivað av arbeiðsbólki við umboðum úr Vinnumálaráðnum, Mentamálaráðnum og Almannamálaráðnum.

Greiða niðurstøðan bólksins er, at trupulleikin við ungdómsarbeiðsloysi eigur at verða tikin í størsta álvara og at tað er týdningarmikið at seta neyðugu orkuna av at arbeiða við málinum – bæði menniskjansliga og fíggjarliga orku. Málið snýr seg ikki bert um, at ung fólk ikki hava eitt arbeiði og tí ikki forvinna pening. Málið snýr seg í nógv størri mun um tær sosialu og arbeiðsligu avleiðingar, sum slíkt ungdómsarbeiðsloysi kann hava við sær fyri føroyskan ungdóm.

Bólkurin hevur tí gjørt trý høvuðstilmæli, sum fevna um útbúgving, virkispraktikk og aktivering.

Útbúgving

  • Mælt verður til at økja um talið av miðnámsútbúgvingarplássum, soleiðs at øll, sum hava hug og hegni at fara undir eina miðnámsútbúgving, fáa møguleikan.
  • Mælt verður til, at Fróðskaparsetur Føroya fær møguleika at taka inn fleiri lesandi, soleiðis at tey, sum hava hug at fara undir eina hægri útbúgving í Føroyum, fáa møguleika til tess.
  • Mælt verður til at arbeiða við at økja talið av læruplássum, bæði hjá tí almenna og hjá tí privata.

Virkispraktikk

  • Mælt verður til, at ein skipan við virkispraktikk verður sett í verk, soleiðis at tey, sum í fyrstu atløgu ikki hava hug og hegni til bókliga útbúgving, gerast kunnug við arbeiðsmarknaðin, og verða hjálpt at finna sína lívsleið.

Týdningarmikið er, at virkispraktikkplássið verður funnið í samráð við tann unga. Hugsandi er, at henda skipan kann verða umsiting av ALS, sum hevur førleikarnar og umstøðurnar at fáa skipanina at virka.

Aktivering

  • Mælt verður til at farið verður undir at skipa aktivering. Eisini verður mælt til, at politisk støða verður tikin til spurningin, hvørt aktivering skal verða ein rættur, ein skylda ella bæði. Hetta eigur at verða gjørt við lóg. Mælt verður eisini til, at farið verður undir at fyrireika aktiveringsskipanir til aðrar málbólkar enn ung.
  • Mælt verður til, at ein aktiveringsskipan – líknandi henni, sum í 1990’unum varð skipað undir heitinum Ung í arbeiði – verður tikin upp aftur, sum eitt samstarv millum land og kommunur.

Álitið er ein byrjan

  • Mælt verður til at arbeiðið heldur fram, at ráðini fylgja gongdini í ungdómsarbeiðsloysinum, og gera neyðug tilmæli um tillagingar av verandi skipanum, so at átøkini fáast at virka.

Eisini verður mælt til at landsstýrið setur ein arbeiðsbólk, umboðandi allar avvarðandi partar, at gera uppskot til arbeiðsmarknaðar- og útbúgvingarpolitikk.

Álitið kann takast niður her og fylgiskjølini her.