20.10.2015 · Umhvørvismálaráðið

Álit um filmshús handað landsstýrismanninum

Álit um filmshús handað landsstýrismanninum

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fekk í dag handað álitið: "Filmshúsið - Føroyskur filmur á einum vegamóti." Klippfisk hevur gjørt álitið.

Sambært álitinum skal Filmshúsið at skapa eitt framhald, ið higartil ikki hevur verið í føroyskum filmi, so samanhangur fæst millum førleikamenning, framleiðslu og útbreiðslu av føroyskum filmi.

Filmshúsið fer at verða eitt savningarstað fyri filmsumhvørvið. Húsið skal stuðla filmsundirvísing og framleiðslu, og umsita Filmsgrunnin. Húsið skal kunna um føroyskan film uttanlanda, og menna samstørv og sambond við útlendskar framleiðarar. Harumframt skal Filmshúsið hava ábyrgdina av at savna allar føroyskar filmar í eitt filmsavn, so teir verða tøkir og kunnu koma øllum føroyingum til góðar.

- Samgongan hevur sett sær fyri at raðfesta føroyska filmsvinnu, sigur Poul Michelsen.

- Álitið um Filmshúsið er eitt áhugavert og ítøkiligt boð uppá hvussu vit kunnu skapa betri karmar fyri einari filmsvinnu. Landsstýrið arbeiðir við at gera politikk fyri skapandi vinnur, herundir film, og álitið verður partur av hesum arbeiði.

(Mynd: Pætur M. Dahl, Poul Michelsen og Jákup Veyhe.)

SÍ: Álitið: Filmshúsið - Føroyskur filmur á einum vegamóti.