08.07.2016 · Umhvørvismálaráðið

Aliøkini á Hovsfirði og Hvalba verða eftir ætlan lýst leys at søkja

Aliøkini á Hovsfirði og Hvalba verða eftir ætlan lýst leys at søkja

P/F Faroe Farming hevur latið aliloyvið á Hovsfirði inn aftur. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur givið loyvi til, at P/F Faroe Farming kann ala fiskin á Hovsfirði fram til tøku, og at felagið í seinasta lagi 1 juli 2017 skal hava tømt aliøkið fyri fisk.

Ætlanin er at lýsa nýggj aliloyvir leys at søkja á Hovsfirði og í Hvalba, men støða er enn ikki tikin til, nær tað verður.

Verður nýtt aliloyvi latið á Hovsfirði áðrenn 1. juli 2017, verður tað latið eftir nærri áseting um yvirtøkudag.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið 8. juli 2016.