22.06.2017 · Umhvørvismálaráðið

Áhugi fyri føroysku undirgrundini millum oljufeløg

Áhugi fyri føroysku undirgrundini millum oljufeløg

Mikudagin 21. juni skipaði Jarðfeingi fyri tiltaki í London fyri oljufeløgum um fjórða útbjóðingarumfar eftir kolvetni í føroysku undirgrundini.

Á skránni vóru framløgur frá serfrøðingum á Jarðfeingi og Steve Corbin, tekniskur stjóri í altjóða ráðgevingarfyritøkuni RSP Group, um nýggjastu vitanina um føroysku undirgrundina. Átakið var liður í marknaðarføringini av útbjóðingarumfarinum, sum lat upp 17. mai og heldur á fram til 17. februar 2018.

Tiltakið var væl vitjað og umboð fyri 11 oljufeløg, eitt nú ExxonMobil, Shell og BP, luttøku á tiltakinum.

Tiltakið varð hildið í Travelers Club og fyriskipað í samstarvi við Sendistovu Føroya í London.

(Mynd: Áki Johansen, sendimaður og Niels Christian Nolsøe, stjóri í Jarðfeingi - Foto: Jan Müller)