08.09.2011 · Umhvørvismálaráðið

Áhugaverd Offshore Europe ráðstevna

Áhugaverd Offshore Europe ráðstevna

Í hesum døgum er oljuráðstevnan Offshore Europe 2011 í Aberdeen. Hetta er ein stór og týðandi ráðstevna fyri vinnuna og koma áleið 50.000 fólk til Aberdeen i hesum sambandi. Johan Dahl, landsstýrismaður, sum varðar av oljumálum er farin við føroysku vinnuni á ráðstevnuna og hevur harumframt fleiri fundir og virkisvitjanir a skránni.

Johan Dahl hevur vitjað fyritøkuna Asco, sum er veitari til offshorevinnuna. Tosað varð m.a. um møguleikarnar fyri, at Asco byrjar virksemi i Føroyum, sum Asco sigur seg vera áhugað í. Landsstýrismaðurin hevur eisini havt fund vid Robert Gordon University (RGU) um, hvørjir møguleikar eru fyri framleiðslu av grønari orku í Føroyum og eru RGU áhugað at vitja i Føroyum seinni í ár.
 
Lord Provost Peter Stephen í Aberdeen, vitjaði føroyska básin og tók landsstýrismaðurin í móti honum. Tosað var um søguliga samstarvið millum Aberdeen og Føroyar, eisini við atliti til lestrarumhvørvið av tí, at so nógvir føroyingar leita sær til Aberdeen i lestrarørindum.
 
Fundur hevur eisini verið vid Faroe Petroleum, sum er skrásett á AIM og sum hevur klárað seg væl. Stjórin i Faroe Petroleum, Graham Stewart, greiddi frá virkseminum og jarðfrøðingurin, Gordon Smith, segði frá seismisku kanningunum og dátutilfeinginum hjá fyritøkuni.
 
Landsstyrismaðurin hevur harumframt leitað sær vitan um møguligar framtíðarvinnur fyri Føroyar, sum t.d. decommissioning vinnuna (niðurtøka av boripallum og framleiðslueindum), sum hevur víst seg at roynast væl hjá hetlendingum. Hetta er ein vinna, sum verður roknað sum ein sera skjótt vaksandi vinna komandi árini.