Ætlan til tess at varðveita føroysku laksastammuna verður sett í verk
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Fiskaaling og Bakkafrost hava gjørt avtalu um at setta í verk eina ætlan, ið skal varðveita føroysku laksastammuna. Farið verður tí undir at gera forkanningar, sum skulu fáa greiðu á um grundarlag er fyri kynsbótararbeiði og rognaframleiðslu grundað á føroysku laksastammuna.
Seinastu árini eru rogn frá útlendskum veitara innflutt og nýtt til rognaframleiðsluna hjá Fiskaaling. Harumframt hava alifyritøkur sjálvar innflutt rogn. Rognaframleiðslan hjá Fiskaaling hevur seinastu árini ikki nøkta tørvin á rognum til alivinnuna, og mett verður at verandi skipan ikki er nóg væl útbygd til at nøkta tørvin.
Einasti fiskur, sum er eftir av føroysku laksastammuni gongur í ringum hjá Bakkafrost á Borðoyarvík og á Gulanum. Umleið 10.000 lívfiskar verða fluttir inn á Skálafjørðin, har fiskurin fyribils skal ganga, meðan forkanningarnar verða gjørdar.
Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum givið Bakkafrost eitt fyribils undantaksloyvi í økisskipanin og loyvisavmarkingini, ið er galdandi í eitt ár. Undantaksloyvið er grundað á at talan ikki er um vinnuliga matfiskaaling, men um varðveitslu av lívfiski.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Fiskaaling og Bakkafrost fara undir at gera forkanningar, sum skulu kanna, hvørt grundarlag er fyri kynsbótararbeiði og framleiðslu rognum í Føroyum, og hvørjir karmar er neyðugir.
- Tað er neyðugt, at vit varðveita føroysku laksastammuna. Tí hon hevur stóran týdning fyri støðu Føroyar alitjóð, og stórir møguleikar kunnu vera í kynsbótararbeiði og framleiðslu av rognum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
- Góðarnir av at framleiðsla rogn og kynsbótararbeiði eru stórir. Við at framleiða rogn her heima, sleppur vinnan undan at vera bundin av innflutningi av rognum, og vit byrgja upp fyri vandum fyri fiskasjúkum. Framleiðslan og kynsbótararbeiði vil menna granskingarumhvørvið, skapa nýggj størv og styrkja um støðuna hjá Føroyum sum alitjóð.