30.04.2015 · Umhvørvismálaráðið

Aðalorðaskifti um elorku

Aðalorðaskifti verður mánadagin 4. mai um elorkuøkið, og landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, legði í tí sambandi fram frágreiðing fyri Løgtingið í dag.

Landsstýrismaðurin legði millum annað dent á, at politiska skipanin nú má viðvirka til, at føroyski brúkarin leggur um frá dýru og dálkandi oljuni yvir á grøna elorku.

“Bæði gularót og pískur skulu nýtast til at økja um nýtsluna av grønari orku”, segði Johan Dahl.

Landsstýrismaðurin vísti á, at í okkara grannalondum vera stuðulsskipanir og strong lógarkrøv í nógv størri mun nýtt til at flyta orkubrúkið frá olju yvir á varandi orku, og at hetta eiga vit eisini at gera í Føroyum.

Landsstýrismaðurin viðgjørdi eisini støðuna á elmarknaðinum, har SEV er so at siga einaráðandi. Hann vísti á, at í seinastuni hevur eitt kjak tikið seg upp í politisku skipanini og samfelagnum sum heild, um tað yvirhøvur ber til at fáa kapping á føroyska elmarknaðinum. Vinnumálaráðharrin vísti á, at kapping hevur gjørt, at vit hava flutt okkum nógv skjótari fram móti eini bíligari, grønari orkuframleiðslu. Eisini er kappingin við til at tryggja, at nýggir og innovativir framleiðarar kunnu koma inn á marknaðin, segði Johan Dahl.

Vinnumálaráðharrin vísti eisini á, at hóast batar hava verið at hóma hjá SEV í seinastuni, so eru enn nógvar avbjóðingar við bygnaðinum í SEV. Men um kommunurnar høvdu rættað uppløgdu vansarnar – og t.d. valt nevnd eftir førleikum og tryggjað, at leikluturin hjá aðalfundinum var í tráð við góðan virkissið – so kundi avgerðarrætturin hjá landinum yvir elorkuøkinum kanska verið tryggjaður við samstarvi og lógarbroyting, segði Johan Dahl at enda.

Framløgurøðan kann lesast her

Viðkomandi tilfar:

“Virkisætlan – Frágreiðing og tilmæli um framtíðar elorkuskipanina í Føroyum” kann lesast her

“Frágreiðing um ognarskap og bygnað á elorkuøkinum” kann lesast her