29.03.2008 · Umhvørvismálaráðið

Aðalfund hjá Pedagogfelagnum 2008

Røða hjá Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu við Vinnumálum, hildin á aðalfundi hjá Pedagogfelagnum 2008

Ein hugleiðing um familjupolitikk og arbeiðslív
 
Fyrst skal eg takka fyri at vera boðin at siga nøkur orð á aðalfundinum hjá Føroya Pedagogfelag.
 
Eg skal hugleiða eitt sindur um familjupolitikk og arbeiðslív. Ella kanska mangulin upp á sama? Tí vit hava p.t. ikki nakran greitt defineraðan familju- ella arbeiðsmarknaðarpolitikk. Men vit hava kortini ymiskar lógir, ið definera arbeiðsmarknaðin, og harvið hava stóra ávirkan á familjulívið.
 
Hóast vantandi poltikkorðing, so hava vit tíbetur nógvar vælvirkandi familjur og ein rættiliga vælvirkandi arbeiðsmarknað. Men okkum tørvar, til tað nýmótans samfelag vit eru í dag, at fáa útgreinað, hvørji viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum tørvur er á at dagføra, soleiðis at arbeiðsmarknaðurin hóskar saman við tí nútímansgjørdu føroysku familjuni anno 2008.

Sum landsstýriskvinna í vinnumálum varði eg ikki av familjupolitikkinum, men av arbeiðsmarknaðarpolitikkinum. Tí eg havi um henda arbeiðsmarknaðaðarlóggávuna, t.v.s. semingslóg, lóg um starvsmenn, løgtingslóg um mál, ið hoyra undir fasta gerðarrættin.
Eisini varði eg av arbeiðsmarknaðarskipanunum, tær eru m.a. arbeiðsloysisskipanin og so barsilsskipanin, sum vit júst hava tikið fyrsta stigið at dagføra og gera meira smidliga – havi júst borið broytta lóg um barsilsskipan niðan í Løgtingið.
 
Yvirskipaða málið og eyðkennið fyri ein vælvirkandi arbeiðsmarknað

Eru at sáttmálar, arbeiðsmarknaðarlóggáva og arbeiðsmarknaðarskipanir samvirka, soleiðis at ósemjur og trætumál á arbeiðsmarknaðinum verða loyst skjótt og í hóskandi fora.
 
Í einum framtíðarsamfelagi og arbeiðsmarknaði væntar man, at øll í størri mun eru virkin og før fyri at umstilla seg til nýggjar umstøður. Fólk koma framhaldandi at arbeiða nógv, og eisini tey, ið hava skerdan førleika, fáa nýtt sínar førleikar og møguleikar á arbeiðsmarknaðinum. Okkum tørvar allar virknar hendur.
 
Eg ivist ikki í, at framtíðarsamfelagið krevur, at øll, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, í størri mun eru virkin og at tey áhaldandi eru før fyri at umstilla seg til nýggjar umstøður, tí dagsins og framtíðar arbeiðsmarknaður broytist sera skjótt. Tað er ógvuliga sannlíkt, at eitt størri og størri trýst verður lagt á familjulívið.
 
Samstundis sum føroyska samfelagið og arbeiðsmarknaðurin broytast alsamt, velja fólk sær aðrar livihættir, enn teir, vit vanliga kenna. Hetta hevur við sær, at fólk seta fram fleiri krøv til arbeiðsmarknaðin, eins og vit øll ynskja møguleika at skipa okkara viðurskifti soleiðis, sum tað hóskar okkum best. Hesi ynski seta stór krøv til allar partar av føroyska samfelagnum.
 
Tað er neyvan stórur ivi um, at manglandi fleksibilitetur á arbeiðsmarknaðinum kann økja um vandan fyri strongd hjá bæði foreldrum, og ikki minst hjá børnunum. Fyri at kunna trívast til fulnar, er neyðugt, at familjurnar hava betri møguleikar at leggja tingini til rættis eftir sínum høvdi og eftir tí mátanum, tey ynskja at innrætta seg uppá.
 
Og tað er ein uppgáva hjá okkum – politiska myndugleikanum - at síggja tørvin á einum dagførdum arbeiðsmarknaðar- og familjupolitikki.
 
Hvat eru tað so fyri ting, vit mugu hyggja upp á fyri í framtíðini at kunna tryggja eina javnvág millum arbeiðslív og familjulív? Vit mugu fáa lýst m.a.:
 
·        Eyðkennini hjá einum liðilig og rúmligum arbeiðsmarknaði
·        Ymisku livihættirnar í føroyska samfelagnum
·        Sambandið millum arbeiðslív og familjulív – hvussu borgarin fatar hetta
·        Trupulleikarnar, sum ávikavist kvinnur og menn hava í mun til javnvágina millum arbeiðs- og familjulív
·        Hvørjar fylgjur arbeiðslív og familjulív í dag hava fyri tann einstaka og fyri samfelagið sum heild, heruppií broytingarnar á
 arbeiðsmarknaðinum  og týdningin av hesum í mun til bæði kropsligt og sálarligt arbeiðsumhvørvi
·        Tey ymsu lívstíðarskeiðini –viðurskiftini millum ættarliðini
·        Viðurskifti sum kyn, uppruni og munurin á miðstaðarøki og útjaðaraøki
·        Krøvini til ein liðiligan arbeiðsmarknað og liðiligari almennar og privatar tænastur
·        Hvussu tann einstaki og tann einstaka familjan sjálv gerast før fyri at tryggja, at javnvág er millum ymsu partarnar av lívinum.
 
Eins og í londunum kring okkum, munnu tað vera mangar føroyskar familjur, ið  kenna strongd og uppliva kensluna av, at skula renna skjótari fyri at klára bæði arbeiðs- og familjulívið, ið kenna hesa kensluna av, at tingini illa hanga saman, tí tað er ikki nóg mikið av tíð til at njóta lívið og hvønn annan. Og týdningarmest, – at njóta og hava stundir til børnini, meðan tey enn eru børn.

Kanningar í okkara grannalondum vísa, at fólk sjúkramelda seg í alsamt størri mun – bæði kvinnur og menn. Sagt verður, at meginparturin av tí strongd, sum fólk uppliva í dag, kemst av vantandi javnvág millum arbeiðs- og familjulív. Og tað er í veruleikanum ikki so løgið, tá hugsað verður um mátan vit liva í dag, tey túsundtals tilboðini, og stóru krøvini til áhaldandi dagføring av sínari vitan og førleikum á einum arbeiðsmarknaði, ið broytist nærum frá degi til dags.
 
Hóast burðartalið í Føroyum enn er høgt, so vísir tað seg, at burðartalið í vesturheiminum støðugt dalar. Hetta skyldast kanska, at børn verða uppfatað sum ein forðing fyri arbeiðslívinum. Og her hava vit veruliga eina uppgávu at tryggja, at vit varðveita okkara høga burðartal. Tað er lívsjáttandi fyri okkum sum menniskju, at fáa børn. Og fyri føroyska samfelagið hevur tað alstóran týdning fyri framtíðina hjá samfelagnum.
 
Í nýggja uppskotinum til barsilsskipan verður barnsburðarfarloyvið við 7 vikum, og partur av hesum er ein pápakvota. Ætlanin er í næsta stigi at gera skipanina munandi meira fleksibla. Eg meti pápakvotuna verða eitt av fleiri stigum á leiðini at skapa betri javnvág millum familju- og arbeiðslív. Pápakvotan verður ein styrki fyri páparnar, fyri mammurnar og harvið fyri børnini, sum jú eru tey, hetta snýr seg um. Og hetta er eitt týdningarmikið stig at modernisera føroyska arbeiðsmarknaðin.
 
Tað, at gerast foreldur og vera foreldur, gevur nakrar førleikar, ið alsamt verða hægri mettir. Ikki minst tí tað, at taka sær av sínum børnum gevur eina útbúgving í kensluligum intellingensi. Ein førleiki, sum í dag – og í nógv størri mun í framtíðini – verður settur sum eitt av fremstu krøvum til stjórar og leiðarar.
 
Hetta við kensluligum intelligensi er serstakliga virðismiklir førleikar at menna, tá tú skalt hava við menniskju at gera. Fyri nútímans leiðarar eru foreldraroyndir helst til nógv meira nyttu í veruleikanum, enn ymiskt dýrtkeypt skeið, tí tað, sum verður fyrisitið í vinnulívinum, eru sjálvandi ikki bara tøl og tól, men fyrst og fremst menniskju. Nýggja barsilsskipanin við oyramerktum barnsburðarfarloyvi til pápar, stuðlar sostatt eisini upp undir betri og vælmentari framtíðar leiðarar.


Góðu námsfrøðingar. Eg fari at enda við at minna tykkum á tann serstakliga sentrala leiklutin tit hava, tá talan er um at finna javnvág millum familju- og arbeiðslív. Tað eru tit, kanska fremri enn nakar annar, ið síggja symptomini hjá børnunum, um og tá tey koma í klemmu í einum strongdum gerandisdegi. Tykkara servitan hevur ovurhonds stóran týdning í tí arbeiði, ið gerast skal at innrætta okkara arbeiðsmarknað á ein hátt soleiðis, at familjulív og arbeiði so væl sum til ber kunnu ganga upp í eina hægri eind.
 
Harumframt eru tað tit, ið saman við foreldrunum, eru við til at stimbra og fáa evnini hjá børnunum at spretta, so tey sum vaksin gerast heilir persónar, ið eru før fyri at virka og trívast á einum umskiftiligum arbeiðsmarknaði og før fyri at skapa sær tað lívið, tey sjálv ynskja. Fáir starvsbólkar hava tí størri týdning fyri okkara framtíð enn tit.
 
Men, eg skal ikki standa her og skammrósa tykkum. Tí eins og tit kunnu stimbra og stuðla, kunnu eisini tit vera við til at varðveita fastgrógvin mynstur og forða fyri menning. Tí er so umráðandi, at tykkara arbeiði áhaldandi verður mett og eftirmett í tí stóra álvara, tað eigur at verða gjørt.
 
Sum vinnulívsráðharri vil eg fegin lurta eftir tykkara ráðum, so – haldið tykkum ikki aftur – tá tit hava gullkorn at bera mær og vinnumálaráðnum, sum vit kunnu nýta í okkara arbeiði.
 
Eg ynski tykkum ein góðan aðalfund!
 
Bjørt Samuelsen
Landsstýriskvinna í vinnumálum